140x140

Krav um sjókort

Øll før skulu hava viðkomandi sjókort og neyðug siglifrøðilig rit til tað ætlaðu ferðina.

Á frítíðarførum skulu krøvini fylgjast, í tann mun tað er møguligt.

Á smáum frítíðarførum, so sum kajakk og siglingarfjøl, har tað ikki er møguligt at hava sjókort og siglifrøðilig rit vegna stødd og slag av frítíðarfari, skal skiparin vera kendur við siglingarøkið og allir vandar, reglur og siglingarávaringar, soleiðis at ferðin kann gerast trygt.

 

Áseting um krav at hava sjókort er í kunngerð um vaktarhald á skipum nr. 90 ár 2000

2.Partur / 5
Skiparin á einum og hvørjum skipi skal frammanundan hvørjari ferð tryggja sær, at tann ætlaða ferðin úr fráfaringarhavn til fyrsu komuhavn er løgt til rættis við at nýtt eru nøktandi og viðkomandi sjókort og onnur siglifrøðilig rit, ið eru neyðug til ta ætlaðu ferðina, og sum innihalda nágreiniligar, fullfíggjaðar og dagførdar upplýsingar viðvíkjandi siglingaravmarkingum og vandum, sum hava týdning fyri skipsins tryggu sigling.

3.Partur / 47
Nýtt skulu verða sjókort við størsta mátistokki yvir siglingarleiðina, sum eru umborð, og sum eru rættað sambært seinastu atkomiligu upplýsingum. Knøttstøðan skal kannast við stuttum millumbilum og á meiri enn ein hátt, tá umstøðurnar loyva tí.

Leinkja til Vaktarhalds kunngerðina

Samband

Stein Fossá
deildarleiðari
Tlf.: +298 342450
Teldupostur: steinf@us.fo

Krav um sjókort