140x140

Vilt tú duga almenna fyrisiting?

So ert tú kanska nýggi skrivstovunæmingurin hjá Umhvørvisstovuni

 

Vit bjóða

eina útbúgving, sum tekur millum 2 og 3 ár, við praktiskum royndum á okkara fjølbroyttu arbeiðsøkjum, og við skúlatíðarskeiðum í Keypmannahavn.

Vit eru

eitt arbeiðspláss við sera fjøltáttaðum virksemi. Deildin, tú verður partur av, umsitur tinglýsing, landsfólkayvirlit, vápnaumsiting og viðgerð av navnabroytingum. Her er eitt arbeiðstoymi við einum deildarleiðara, fimm skrivstovufólkum og einum løgfrøðingi. Og skjótt einum næmingi.

 

Tínir eginleikar

Vit hava nógv samskifti við borgarar, so tú skalt vera fyrikomandi. Tað, vit samskifta um, hevur stóran týdning fyri tann einstaka. Tí mást tú vera nærløgd/-lagdur. Fyri toymið hevur tað nógv at siga, at tú dugir væl at samstarva, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Tín skúlagongd

Tú hevur staðið FHS Yrkisnám ella miðnám. Lærutíðin er 3 ár, um tú hevur staðið FHS yrkisnám, 2 ár um tú hevur staðið búskaparbreyt, og 2½ ár, um tú hevur staðið hug-, náttúru- ella fyrireikingarbreyt. Skúlagongdin er trý tíðarskeið á uml. 4 vikur á Niels Brock í Keypmannahavn.

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sbrt. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 3. Starvið er eitt fulltíðarstarv.

 Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast sum teldupost til starv@us.fo. Viðmerk: “Skrivstovunæmingur”

 

Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 22. juni 2020 kl. 12.00.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Malenu Egeberg Jacobsen, deildarleiðara, á telefon 342400.

Lærlingur til tinglýsing