140x140

AVLOYSARI SUM UMHVØRVISVIÐGERI

 

Umhvørvisstovan søkir umhvørvisviðgera at byrja skjótast gjørligt á deildini Vernd. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2021 fyri starvsfólk í farloyvi. 

Vernd arbeiðir við náttúru- og umhvørvisvernd. Starvsfólk okkara hava útbúgvingar innan m.a. lívfrøði, verkfrøði og evnafrøði.
Vit virka fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ídnaði, aling, skipum og øðrum virksemi á landi og á sjónum. Vit granska innan náttúru og umhvørvi. Vit gera uppskot til lógir og kunngerðir á náttúru- og umhvørvisøkinum og luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi.     

Starvið
Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir m.a. um hesar uppgávur:

- at kanna luftgóðskuna í Føroyum, 
- at góðkenna og hava eftirlit við dálkandi virkjum og virksemi,
- at hava eftirlit við svimjihyljum,
- at meta um dálking og óljóð frá ymsum virksemi,
- at viðgera umhvørvisárinsmetingar,
- at gera uppgerðir og hagtøl.
Talan kann eisini vera um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga.


Førleikar
Tú hevur útbúgving sum eitt nú evnafrøðingur, verkfrøðingur, umhvørvisverkfrøðingur ella lívfrøðingur. Tú kanst arbeiða tvørfakliga og við fleiri uppgávum samstundis.

Áhugi fyri og kunnleiki til náttúru og umhvørvi er fyrimunur, og tað sama eru royndir við almennari fyrisiting.

Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi og dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur koyrikort til bil.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv til 30. juni 2021 at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki er fyri, at skeiðið kann verða longt.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. mai 2020. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@us.fo ella sum bræv.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur sunip@us.fo, tlf. 234344

Avloysari sum umhvørvisviðgeri