140x140

Sjóuppmáting

Loyvi krevst fyri at gera sjóuppmátingar kring Føroyar.

Umsóknarskjal (her) um loyvið at gera sjóuppmáting skal sendast Umhvørvisstovuni á teldupost: sjokort@us.fo saman við øðrum viðkomandi upplýsingum.

Tá allar viðkomandi upplýsingar eru móttiknar, sendir Umhvørvisstovan umsóknina til hoyring, og tí má roknast við eini málsviðgerðartíð á í minsta lagi 4 vikur.

 

Umsókn um loyvi at gera sjóuppmátingar

Sjóuppmáting í Føroyum er bert loyvd, um loyvi fæst frá Umhvørvisstovuni. Ásetingar um sjóuppmátingar eru lýstar í ”Anordning nr. 189 af 12. februar 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information” og kann lesast her

 

 

 

Tað er ikki neyðugt at søkja um loyvi til sjóuppmátingar í havnum. Um havnin ynskir sjókort dagførd við sjóuppmátingum, so skal søkjast um loyvi, og dátur skulu sendast Umhvørvisstovuni til viðgerðar. Nýggj útgáva av sjókorti verður gjørt, tá Umhvørvisstovan metir tað verða neyðugt.

Treytir fyri Sjóuppmáting

Treytir skulu lúkast áðrenn, undir og eftir sjóuppmáting:

  1. Sjóuppmáting má bert gerast við farinum, ið er nevnt á loyvinum. Møgulig broyting av fari skal góðkennast av Umhvørvisstovuni. Umsókn um broyting av fari skal sendast til sjokort@us.fo
  2. Loyvið at gera sjóuppmáting skal vera tøkt umborð á farinum, sum ger uppmátingina, og skal kunna vísast myndugleikunum um neyðugt.
  3. Neyðugar upplýsingar um sjóuppmátingararbeiðið, skulu sendast til mrcc@vorn.fo & efs@dma.dk  
  4. Um uppmátingin staðfestir dýpi, ið eru minni enn nevnt í sjókortinum, og hesi seta trygdina í vanda hjá skipaferðslu, skal fráboðan beinanvegin sendast til sjokort@us.fo 
  5. Um leivdir av lóðri ella illgrunaverdum lutum verða staðfestir, skal arbeiðið steðga beinanvegin og danska verjan fráboðast á fko@mil.dk (www.forsvaret.dk)
  6. Sjóuppmátingararbeiði kann til eina og hvørja tíð skoðast av Umhvørvisstovuni.
  7. Sjóuppmátingarúrslitini mugu ikki latast øðrum enn teimum, sum hava bílagt arbeiðið. Um sjóuppmátingin er partur av útbjóðingartilfari ella líknandi, má greitt tilskilast, at tilfarið ikki má latast óviðkomandi, og at tilfarið bert kann brúkast í samband við nevndu uppgávu.
  8. Sjóuppmátingardátur skulu sendast Umhvørvisstovuni sambært §7 stk. 2 í “Lov om stedbestemt information”

Dátur skulu sendast talgilt sum uppmáld minstu dýpið í xyz-formati saman við útfyltum metadatalista sum lýsir nýttu útgerð, kalibreringsátt v.m. Meira kunning sæst í ”skabelon for metadata” her.

Talgildu uppmátingardáturnar skulu sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir uppmátingina.

 

Tíðarfreist

Umsókn um sjóuppmáting skal sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi fýra vikur áðrenn sjóuppmátingin skal byrja.

 

Hvar skal umsóknin sendast?

Umsóknin skal sendast beinleiðis til Umhvørvisstovuna á sjokort@us.fo

 

Hvar skulu dáturnar sendast?

Dáturnar skulu sendast til sjokort@us.fo

Um dátufílurnar eru ov stórar, set teg í samband við Umhvørvisstovuna á sjokort@us.fo

 

Spurningar

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at skriva til sjokort@us.fo

Samband

Mikkjal Olsen
sjókortfulltrúi
Tlf.: +298 342452
Teldupostur: mikkjalo@us.fo

Sjóuppmáting