140x140

Skúvoy

Á vári 2015 varð Ramsar-nevndin fyri Skúvoy skipað við tí høvuðsendamáli at gera eina Ramsar-ætlan fyri Skúvoy.

Limir í Ramsar-nevndini (pr. 16.09.2020):

  • Skúvoyar kommuna: Harry Jensen, borgarstjóri
  • Hagastýrini í Skúvoy: Regin Borðoy, Meinhard Hentze, Johan Hentze og Ólavur Skipagøta,
  • Visit Sandoy: Bryndis í Dali
  • Havstovan: Bergur Olsen og Jóhannis Danielsen
  • Tjóðsavnið: Leivur Janus Hansen,
  • Umhvørvisstovan: Maria Gunnleivsdóttir Hansen og Suni Petersen.

Nevndin avtalaði, at Umhvørvisstovan skuldi fyriskipa nevndararbeiðið, til fyrsta Ramsar-ætlanin fyri Skúvoy er liðug. Viðtøkurnar fyri nevndina eru her.

Nevndin hevur skipað fyri almennum fundum, t.d. var borgarafundur í skúlanum í Skúvoy 22. apríl 2015, har kunnað varð um Ramsar og um ætlanina at gera Ramsar-ætlan fyri Skúvoy. Umframt nevndina møttu eini 12 fólk á fundi. Aftaná almennu hoyringina í des. 2015/jan. 2016, varð endaliga uppskotið til Ramsar-ætlan fyri Skúvoy lagt fram á nýggjum borgarafundi tann 17. mars 2016. 

 

Mynd: Fyrsti borgarafundur í skúlanum í Skúvoy var tann 22. apríl 2015.

Endaliga Ramsar-ætlanin fyri Skúvoy er her.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Skúvoy