140x140

Mykines

Á vári 2015 varð Ramsar-nevndin fyri Mykines skipað við tí høvuðsendamáli at gera eina Ramsar-ætlan fyri Mykines.

Limir í Ramsar-nevndini (pr. 16.10.2019):

  • Hagastýrini í Mykinesi: Eddie Lauritsen, Bjarni Hansen, Finn Danberg og Esbern í Eyðansstovu,
  • Ramsar-umboð í Mykinesi: Jákup S. í Løðu
  • Onnur við tilknýti til Mykines: Heini Heinesen, Suni Abrahamsen og Hans Michael Johannessen.
  • Sørvágs kommuna: Aimé Jacobsen,
  • Visit Vágar: navn kemur
  • Tjóðsavnið: Leivur Janus Hansen,
  • Umhvørvisstovan: Maria Gunnleivsdóttir Hansen og Suni Petersen.

Nevndin avtalaði, at Umhvørvisstovan skuldi fyriskipa nevndararbeiðið, til fyrsta Ramsar-ætlanin fyri Mykines er liðug. Viðtøkurnar fyri nevndina eru her.
Avgjørt varð, at aðrir áhugapartar eftir tørvi skulu takast við í arbeiðið. Nevndin hevur skipað fyri almennum fundum. Tann 10. apríl 2015 var borgarafundur í skúlanum í Mykinesi, har kunnað var um Ramsar og um ætlanina at gera Ramsar-ætlan fyri Mykines. Mest sum øll bygdin og nøkur fólk við tilknýti til Mykines, íalt eini 12 fólk, umframt eini 8 frá myndugleikum, íalt 20 møttu á fundinum og orðaskiftið var gott og nógv ymisk sjónarmið og uppskot komu fram.


Mynd: Fyrsti borgarafundur í skúlanum í Mykinesi var tann 10. apríl 2015.
          
Seinni, tann 11. september 2015, var nýggjur borgarafundur í Mykinesi, har uppskot til fyrstu Ramsar-ætlanina fyri Mykines varð lagt fram. Tann 22. desember 2015 varð uppskotið sent í almenna hoyring, og við nøkrum fáum broytingum, varð Ramsar-ætlanin fyri Mykines endaliga samtykt á fundi í Ramsar-nevndini fyri Mykines, tann 19. februar 2016.

Endaliga Ramsar-ætlanin fyri Mykines er her.

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Mykines