Sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007 tá tey fyrstu loyvini til at selja, framleiða og innflyta einnýtisíløt vórðu givin, og er sølan nú farin uppum 11 milliónir íløt um árið. Tað er serliga sølan av einnýtisíløtum úr plasti og metali, ið er økt, meðan sølan av einnýtisíløtum úr glasi er lutfalsliga lítil.
Hóast sølan er økt nógv, hava tað í nógv ár verið lutfalsliga fleiri íløt, sum eru latin inn aftur á hvørjum ári. Í løtuni sær tað tó út til at mongdin av íløtum, sum verða latin inn aftur hevur lagt seg í eina fastari legu. Seinastu 5 árini eru millum 88% og 91% av øllum íløtum, sum eru seld við pant, latin inn aftur.
Returprosent, 2008-2019
|
Seld |
Latin inn |
Ikki latin inn |
Retur % |
---|---|---|---|---|
2008 |
2.170.725 |
1.151.305 |
1.019.420 |
53 |
2009 |
3.663.078 |
2.468.161 |
1.194.917 |
67 |
2010 |
4.905.828 |
3.427.429 |
1.478.399 |
70 |
2011 |
6.569.722 |
5.225.657 |
1.344.065 |
80 |
2012 |
7.608.306 |
5.915.082 |
1.693.224 |
78 |
2013 |
7.398.106 |
6.154.240 |
1.243.866 |
83 |
2014 |
9.307.756 |
8.052.100 |
1.255.656 |
87 |
2015 |
8.728.182 |
7.965.048 |
763.134 |
91 |
2016 |
9.140.806 |
8.132.519 |
1.008.287 |
89 |
2017 |
9.944.012 |
8.735.558 |
1.208.454 |
88 |
2018 |
10.639.272 |
9.477.781 |
1.161.491 |
89 |
2019 |
11.308.783 |
10.258.107 |
1.050.676 |
91 |
Søla av einnýtisíløtum í Føroyum, 2008-2019
Metall | Plast | Glas | Íalt | |
---|---|---|---|---|
2008 | 1.129.975 | 815.342 | 634.408 | 2.170.725 |
2009 | 1.351.546 | 2.228.340 | 83.192 | 3.663.078 |
2010 | 2.015.415 | 2.711.466 | 178.947 | 4.905.828 |
2011 | 2.378.576 | 3.873.518 | 317.628 | 6.569.722 |
2012 | 3.404.886 | 3.841.983 | 361.437 | 7.608.306 |
2013 | 3.326.284 | 3.726.234 | 345.588 | 7.398.106 |
2014 | 4.059.780 | 5.041.751 | 206.225 | 9.307.756 |
2015 | 4.251.509 | 4.288.974 | 187.699 | 8.728.182 |
2016 | 4.303.047 | 4.583.133 | 254.626 | 9.140.806 |
2017 | 4.858.700 | 4.788.616 | 296.696 | 9.944.012 |
2018 | 5.389.587 | 4.970.352 | 279.333 | 10.639.272 |
2019 | 5.703.087 | 5.312.747 | 292.949 | 11.308.783 |
Sambært kunngerðini um pant, er tað ikki álagt seljaranum at krevja pant fyri íløt, sum verða seld í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu, og eru tølini fyri íløt, sum eru seld uttan pant tí ikki við í uppgerðini omanfyri.
Yvirlit yvir virki, sum hava loyvi at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um einnýtisíløt, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.