140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum fevnir um útlát frá frá brenning av olju umborð á øllum fiskiskipum, sum bunkra í Føroyum. Tølini eru roknað við støðið í tølum fyri sølu av olju til fiskiskip, sí niðaru myndina.

Olja, sum føroysk fiskiskip bunkra uttanlands telur ikki við í føroysku uppgerðini (men í uppgerðini í tí landinum, har bunkrað varð).

Um eitt útlendsk fiskiskip hinvegin bunkrar her, so telur tað við í føroysku uppgerðini, men tó einans, um sølan fer fram gjøgnum føroyskt oljufelag.

Myndin niðanfyri vísir gongdina í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi frá føroyskum og útlendskum fiskiskipum, frá 1990 og fram til nýggjastu uppgerðina.

Kelda: Hagstova Føroya og oljufeløgini. Seinast dagført: juli 2020.

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum var stórt sæð vaksandi árini 1993-2002 og var síðani mest sum støðugt fram til 2007. Frá 2008 og fram til seinastu uppgerðina hevur útlátið sveiggja sindur frá ár til ár. Orsøkin er fyrst og fremst, at í 2009 varð farið undir at veita skipum brenniolju í Fuglafirði. Sølan hevur verið ymisk frá ár til ár og hetta sæst aftur í samlaða føroyska útlátinum fyri fiskiskip. Sí myndina niðanfyri, sum vísir, hvussu oljusøla til fiskiskip er býtt millum føroysk og útlendsk skip, aftur til 2001. Tølini skulu  takast við fyrivarni.

Í 2008 var eitt munandi fall í útlátinum hjá føroyskum fiskiskipum. Høgir oljuprísir, færri skip í flotanum og minni veiðuinnsatsur vóru orsøkirnar. Sølan av olju og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi er sum heild økt síðani 2009. Seinasta uppgerð vísti tó ongan vøkstur síðani 2018. Í 2016 fall sølan av olju til føroysk fiskiskip nakað. Orsøkin er serliga, at verksmiðjuskip og nótaskip bunkraðu minni av olju (í Føroyum). Sum myndin eisini vísir, so skyldast stóri vøksturin í útlátinum í 2017 og 2018 serliga eina økta sølu til útlendsk fiskiskip. Eftir tveimum árum var sølan tvífaldað. Í fjør, 2019, var sølan til útlendsk fiskiskip líka høg sum í 2018. Hetta samstundis sum sølan til føroysk fiskiskip hevur verið støðug síðani 2017. Annað árið á rað er sølan til útlendsk og til føroysk fiskiskip javntstór. Bunkringar í útlandinum eru ikki taldar við. 

Kelda: Hagstova Føroya og oljufeløgini. Seinast dagført: juli 2020.

 

Les meira: Um vakstrarhúsgass

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Fiskiskap