Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum fevnir um útlát, sum stavar frá brenning av bensini og dieseli, ið er keypt í Føroyum. Uppgerðin fevnir um øll sløg av akførum: bilar, lastbilar, motorsúkklur, prutl, o.s.v.
Sum myndirnar niðanfyri vísa, so minkaði sølan av brennievni so líðandi árini 2008-2013. Men síðani er úrlátið frá akførum aftur økt.
Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum
Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: aug 2020.
Gongdin í útlátinum av vakstrarhúsgassi frá akførum er beinleiðis tengt at søluni av brennievni. Sølan av diesel er økt munandi síðani 2013.
Søla av brennievni
Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2020.
Les meira: Um vakstrarhúsgass
Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.
Brenning av olju o.a.
Landbúnaður
Ídnaðarligt virksemi