140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum

Útlát av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum stavar frá brenning av olju í oljufýri. Útlátið er soleiðis ein mynd av, hvussu nógva olju húsarhald brenna. Nøgdin av olju, sum verður brend er aftur tengt at veðrinum. 

Myndin niðanfyri vísir útlát frá húsarhaldum tíðarskeiðið 1990-2019. Eftir kreppuárini í 90'unum, hevur oljunýtslan hjá føroyskum húsarhaldum verið rættiliga støðug, men eisini sum heild spakuliga fallandi seinastu 10-15 árini. 

Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2020.

Summi ár eru serliga heit ella serliga køld. Er kuldi og vindur, verður skrúvað upp fyri hitanum. Í 2010 og 2015 var kalt í veðrinum. Hetta sæst aftur á myndini niðanfyri, tí í júst 2010 og 2015 var útlátið av CO2 størri enn hini árini.

Graddagar og upphiting

Um vit taka árið 2010 sum eitt dømi, var tað, sum nevnt, eitt kalt ár og húsarhaldini brúktu lutfalsliga nógva olju. Miðalhitin í Tórshavn var 6,3°C, tann lægsti í langa tíð. Mált í sokallaðum graddøgum, var munurin millum úti- og innihita í miðal 15 % størri í 2010 enn í 2009. Hetta hevur gjørt sítt til, at fólk hava skrúvað hitan upp. Alt annað líka, skuldi kalda veðrið í 2010 økt oljunýtsluna við 15 %, men økingin var helvtina minni, sum er ein ábending um, at húsarhaldini hava minkað um oljunýtsluna ella brúka aðrar orkukeldur til upphiting. Millum annað hava yvir 600 húsarhald í Føroyum hitapumpu (tøl frá 2009) og seinastu árini eru eisini nógv, sum hava bjálvað hús síni betri. Alt annað líka, skuldi hitapumpur og betri bjálvað hús minka um oljunýtsluna og um útlátið av vakstrarhúsgassi. 2015 var eisini eitt kalt ár.

Myndin niðanfyri vísir samanhang millum graddagatal og upphiting við olju, 1990-2019.

Les meira: Um vakstrarhúsgass
 

​ Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Húsarhald