Sær tú rottu ella tekin um rottu, eigur kommunan at fáa fráboðan.
1. Skarn eftir rottu.
Rottulortar eru størri enn músalortar, umleið 15-20 mm langir, 5-6 mm tjúkkir.
2. Ringur luktur.
Har rotta er, luktar oftast illa, eins og av kloakk.
3. Gnagað hol.
Rottur gnaga sær hol gjøgnum gólv, veggir og annað, og holini eru ofta rund ella rundleitt.
4. Grivin hol.
Hol í túninum, eitt nú inni við grundina, við ristir ella rør, kunnu vera tekin um, at rotta hevur grivið har og máað undan.
5. Ljóð
Hoyrir tú okkurt klóra og skava, kann tað vera mús ella rotta. Hoyrir tú eisini gníst og hvin, er tað heldur rotta.
Hesum er ein rotta før fyri
Fyribyrging og týning av rottu
1. januar 2018 bleiv nýggj kunngerð sett í gildið um fyribyrging og týning av rottu. Samstundis varð gamla kunngerðin um rottu, sum eisini var vorðin ótíðarhóskandi, sett úr gildið.
Nýggja kunngerðin fevnir m.a. um skyldur hjá borgarum, kommunum, heilsølum, flutningsfeløgum, og tunnilsfeløgum.
Rotta er ein trupulleiki bæði tá tað kemur til heilsu, materiel virðir og umhvørvisliga. Hon kann elva til nógva ymiska smittu hjá fólki, oyðileggja virðir fyri stórar upphæddir og útruddað fuglastovnar.
Tíverri er rotta nógvastaðni í Føroyum. Rotta er á sjey oyggjum. Enn eru ellivu oyggjar, har rotta ikki er staðfest. Tað er av stórum týdningi at fyribyrgja, at rotta kemur í hesar oyggjar.
Kemur rotta í rottufríu oyggjarnar, fer tað at hava stórar avleiðingar fyri fuglastovnar har. Rotta legst á fuglareiður og kann soleiðis oyða stovnar.
Umhvørvisstovan fekk við nýggju kunngerðini ábyrgd av hesum fakøkið og hevur sostatt eftirlit við, at kunngerðin verður fylgd. Umhvørvisstovan gjørdi í 2019 eina vegleiðing um fyribyrging og týning av rottu, sum allar kommunur hava fingið.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo
08.09.20 | Nú er tíð at bíleggja rottueitur og útgerð at týna við
01.10.19 | Soleiðis skulu vit halda rottuni niðri - og burturi
05.06.14 | Frágreiðing um rottuspjaðing