140x140

Útfylling út á sjógv í Runavík og Søldarfirði fingið umhvørvisgóðkenning

 

Umhvørvisstovan hevur hin 21. januar 2022, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, góðkent:

At gera útfylling út á sjógv í Runavík og Søldarfirði. Runavíkar kommuna, Heiðavegur 26, 600 Runavík

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her.                           

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 18. februar 2022 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.

Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur

Kunngerðir