140x140

Vindmylluverk á Gellingarkletti, umhvørvisárinsmeting

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 31. mars 2021, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum, hevur góðkent: 

Umhvørvisárinsmeting hjá Sp/f Vindrøkt um at seta seks vindmyllur upp á Gellingarkletti í Hoyvíkshaga

Góðkenningarskrivið sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 28. apríl 2021. Umhvørvisstovan sendur síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur

Kunngerðir