140x140

Útfylling út á sjógv í Haraldssundi, umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 31. mars 2021, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, góðkent:

At gera útfylling út á sjógv í Haraldssundi. Kunoyar kommuna, Kunoyargøta 7, 780 Kunoy.

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.                           

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 28. apríl 2021 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.

Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur

Kunngerðir