Góðkenning av umhvørvisárinsmeting
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 20. august 2020, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum, hevur góðkent:
Umhvørvisárinsmeting hjá Magn um at seta seks vindmyllur upp í Flatnahaga
Góðkenningarskrivið sæst her.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 18. september 2020. Umhvørvisstovan sendur síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Lýsing eftir umsøkjarum, elframleið…
28-01-2021
Kryvjivirkið í Vági fingið umhvørvi…
11-11-2020
Vindmylluverk á Eiði umhvørvisgóðke…
10-09-2020
Marknasetingarmál í Tórshavn
27-08-2020
Vindmylluverk í Flatnahaga fingið u…
21-08-2020
Vindmylluverk í Flatnahaga
21-08-2020
Byrsumúli fingið umhvørvisgóðkennin…
12-08-2020
Evjuplássið hjá IRF í Bø
13-07-2020
Útskiftingin í Uppsalahaga endað
07-07-2020