140x140

Útskifting fyri Uppsalahaga í Klaksvík

Útskiftingin av Uppsalahaga,  matr. nr. 1650a, í Klaksvík varð endað við úrskurði sagdur á fundi á Umhvørisstovuni, 24. juni 2020. Hesin úrskurður verður latin til  ákæru frá sama degi sbrt. kap. 9 í  útskiftingarlógini frá 27. mars 1939.
Møguligar kærur skulu vera skrivligar  og stílast til yvirútskiftingarnevndina,

Sorinskrivaran
C. Pløyensgøta 1
Postboks 28
110 Tórshavn.

Kærufreistin er 3 mánaðir frá 1. juli 2020.

Útskiftingarskjølini liggja frammi á  Kommunuskrivstovuni, á Umhvørvisstovuni og heimasíðuni us.fo, til kærufreistin er úti.

N.v.
Arnold Thomassen
útskiftingarformaður

Sí skjøl fyri útskiftingina á hesi síðu.

 

« Aftur

Kunngerðir