140x140

Kryvjivirki hjá Mowi umhvørvisgóðkent

Umhvørvisstovan hevur hin 16. juni 2020, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:

Kryvjivirkið hjá P/F Mowi Faroes, Heygsstøð 2, Strendur.  

Góðkenningin er almenn og sæst hon her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 15. juli 2020.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir