Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í 2017
Á fundi í Ramsar-nevndini fyri Nólsoy 24. apríl í ár, kom fram, at tað kemur meira enn so fyri, at bátar, serliga privatbátar, sigla skjótari enn 8 fj/t nærri enn 500 m, har tað annars ikki er loyvt.
Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og pørtum av Nólsoy. Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.
Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.
Bannið er galdandi fram við landi, har stórur vandi er fyri, at tað kann órógva fuglalívið.
Bannið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip í fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum.
Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.
Les meira um Ramsar-arbeiðið her
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Myndakort frá fylgisveini nú á Kort…
23-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum…
19-01-2023
Nýggjársbál
30-12-2022
Telefon- og avgreiðslutíð millum jó…
22-12-2022
Lívfiskastøðin í Skálavík fingið um…
22-12-2022
Økisfundur um rottu við kommunurnar…
20-12-2022
Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch
19-12-2022
Undirvísing á Glasi
13-12-2022