Skeiðshaldarar vísa um dagarnar á, at størsta dálkingarkeldan í svimjihyljum eru svimjandi gestirnir. Tískil er altavgerandi at fólk vaska sær væl, áðrenn tey leypa útí.
Nøgdin av dálkandi evnum, sum kemur frá fólki sum svimja, er ikki smávegis. Talan er um bæði húð, hár, feitt, bakteriur, virus, parasittar, land, skarn, dust, klædnatrevjar, plástur, tyggigummi og annað. Við at vaska sær væl áðrenn ein fer at svimja, verður dálkingin frá tí einstaka avmarkað munandi.
Góð skeiðsluttøka
Í hesum døgum skipa Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Umhvørvisstovan, saman við Teknologisk Institut, fyri skeiðum í svimjihylsrøkt. Á skeiðinum, sum eru fullteknað, verður serligur dentur lagdur á reinsing av vatni í svimjihyljum.
Ein svimjihøll er annað enn svimjihyljar, og í kjallarunum eru m.a. sandfiltur og kolfiltur, sum reinsa vatnið. Harafturat verða kemisk evni tilsett vatnið fyri at varðveita eina góða vatngóðsku. Tí er tað sera umráðandi , at ábyrgdarhavandi í svimjihallum, hava neyðuga og dagførdan kunnleika til viðgerð og reinsing av vatninum.
Her kan tú lesa meira um svimjihylar
Vilt tú hava meiri at vita kanst tú seta teg í samband við Rikke Berg Larsen, deildarleiðara á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á telefon 55 64 65 ella Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni á telefon 23 24 42.
Minni vøkstur í útláti av vakstrarh…
27-07-2022
Umhvørvisárinsmeting av sólorkuskip…
22-07-2022
Málsviðgerði til Vernd
15-07-2022
Umhvørvisgóðkenningin hjá smoltstøð…
15-07-2022
Framleiðsluapotekið fingið umhvørvi…
22-06-2022
Undantak at taða oman fyri 250 metr…
15-06-2022
Dagførd útgáva av trimum føroyskum …
13-06-2022
Stockholm+50: Átrokandi tørvur á um…
08-06-2022
Tiltak: Depilin fyri staðsetingarfr…
07-06-2022
Deildarleiðari til Vernd
01-06-2022