140x140

Leivdir frá flettingini

28-09-2020 | Dálking og vernd

Vil, vembur, bein og aðrar leivdir frá fletting skulu burturbeinast á skynsaman hátt

Nú heystfjøllini verða gingin, fer Umhvørvisstovan at minna á, at leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt, og ikki tveitast í ánna, fjøruna, á bøin ella í haganum. Henda dálking av umhvørvinum sær ótespilig út, gevur ringan lukt, og kann verða atvold til rottu og spjaðing av smittu.

Les meira um burturbeining hjá IRF og KOB

Ikki grava niður!
Síðan ásetingarnar í kunngerð um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna komu í gildi 1. januar 2008, hevur tað verið bannað at grava niður leivdir frá fletting. Les meira  hjá HFS

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella senda okkum ein teldupost us@us.fo