Arbeiðsbólkurin HAV undir norðurlendska ráðharraráðnum hevði arbeiðsfund í Skálavík í farnu viku.
Evni, sum vórðu viðgjørd á fundinum, vóru millum annað plast í havinum, økta CO2 innihaldið og hækkandi hitin í atmosferuni, sum gera havið súrari, og hvørjar fylgjur tað kann hava fyri plantu- og djóralívið í havinum.
Á hvørjum ári í mai mánaði verður lýst við nøkrum evnum, sum stuðul verður latin til at kanna. Í ár vórðu hesar umsóknir viðgjørdar á fundinum í Føroyum. Bólkurin fekk 12 umsóknir, sum er nakrar færri enn vanligt. Umsóknirnar fáa vanliga millum 250.000 og 450.000 kr. í stuðli.
Í HAV-bólkinum sita umboð úr umhvørvisfyrisitingunum í norðurlondunum. Umboð fyri Føroyar er Ingvard Fjallstein á Umhvørvisstovuni. Føroyar røkja eisini skrivarauppgávuna fyri HAV-bólkin. Tað er Marita Guttesen, samfelagsfrøðingur, sum hevur hendan leiklutin.
Meira fæst at vita um virksemið hjá HAV-bólkinum her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, spyr eftir Ingvard Fjallstein, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Nýtt starv innan staðsetingarfrøði
08-01-2021
STARVSFÓLK TIL UMHVØRVISKANNINGAR
08-01-2021
Útskifting í Líðarhaga í Mykinesi
22-12-2020
Betongblandistøð í Froðba umhvørvis…
21-12-2020
Nýggjársbál
18-12-2020
Rotta fráboðað í Sandoynni
16-12-2020
Kryvjivirkið í Vági umhvørvisgóðken…
11-11-2020
Skjóta røðan um luftdálking vann
09-11-2020
Nýtt starv til dátu/samskiftisfrøði…
06-11-2020
Hjartaliga til lukku, fólksligu frø…
30-10-2020