140x140

Viðarlundin Úti í Grøv 40 ár

24-09-2020 | Stovnurin

Í skrivi frá Klaksvíkar Kommunu dagfest 14. september 1979 til Skógfriðingarnevndina varð sagt frá, at býráðið hevði samtykt at skógfriða Grøvina og lendið omanfyri. Fyrsta stigið var at hegna økið av. Hesum arbeiði stóð Lions Club fyri. Felagið gjørdu eisini nýggja brúgv um Gravará. Í 1980 vóru so fyrstu trøini gróðursett, undir leiðslu av landsskógarvørðinum. Hans Jacob Joensen, sum seinni bleiv býargartnari, var við frá fyrsta degi.

-Viðarlundin Úti í Grøv verður væl vitjað av fólki í øllum aldri, og tað er gleðiligt, heldur Hans Hjalti Skaale býargartnari.

Um summarið er serliga nógv fólk at síggja Úti í Grøv, og nógvar vitjanir eru frá eitt nú barnagørðum. Siðvenja er, at næmingar á Tekniska Skúla fáa prógv handaði í viðarlundini.

 

Planta eitt træ

Í mong ár hevur átakið “Planta eitt træ” verið føst siðvenja í samband við umhvørvisvikuna. Hetta tiltakið varð tíverri útsett vegna covid-19, men nú verður møguleiki at ogna sær eitt træ við heim, tá hátíðarløtan verður leygardagin Úti í Grøv.