140x140

Skrivstovufólk søkist

 

Skrivstovufólk til Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan bjóðar einum fyrikomandi og tænastusinnaðum skrivstovufólki eitt fjølbroytt arbeiðspláss við góðum møguleikum at menna sínar førleikar.

Deildin, tú verður partur av, umsitur tinglýsing, landsfólkayvirlit, vápnaloyvi og viðgerð av navnabroytingum. Arbeiðstoymið er skipað við einum deildarleiðara, fýra skrivstovufólkum, einum skrivstovunæmingi og einum løgfrøðingi.
 
Starvið
Starvið fevnir um tinglýsing, málsviðgerð og kundaavgreiðslu á deildini, og um fyrifallandi skrivstovuuppgávur á stjórnarskrivstovuni.
 
Tínir førleikar
Tað er týdningarmikið, at tú dugir væl at samstarva, eisini tvørtur um deildirnar á stovninum, og at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar. Tú ert nærløgd/-lagdur og hevur sjálvstøðugt arbeiðslag.
Tú hevur skrivstovuútbúgving, bankaútbúgving, advokatskrivaraútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.
 
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, iðverður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 4.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til starv@us.fo í seinasti lagi 6. oktober 2020, kl. 12.00.
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Malenu Egeberg Jacobsen, deildarleiðara, á telefon 234331.