Høna lívgar um í urtagarðinum, etur matleivdir, er besti eggfuglur og hevur ofta eisini gott kjøt. Høna er sostatt við til at gera húsarhaldið grønari, men vandi er eisini fyri, at rotta dragast at flogfenaðhaldinum.
Nú alt fleiri fáa sær hønur, er umráðandi at kommunur hava sett reglugerðir í gildið fyri flogfenaðhald, hetta fyri at fyribyrgja eitt nú lukt, gang og eisini at rotta støðast í bygdum øki.
Nakrar kommunur hava sett reglugerð um flogfenaðhald í gildi. Hesar eru Klaksvíkar, Tórshavnar, Tvøroyrar, Vágs og Eysturkommuna. Reglugerðirnar eru gjørdar við heimild í kunngerð um umhvørvisreglur og góðkendar av Umhvørvisstovuni.
Endamálið við reglugerðunum er m.a. at fyribyrgja, at flogfenaður er til ampa fyri fólk í grannalagnum og at fyribyrgja rottu í nærumhvørvinum.
Reglugerðin ásetur m.a. treytir fyri hús, búr, girðingar og tílíkt. Eisini eru krøv um, hvussu fóður skal goymast og gevast fyri at fyribyrgja, at flogfenaðhald dregur rottu at sær.
Umhvørvisstovan mælir kommunum til at seta reglugerð um flogfenaðhald í gildi. Reglugerðin kann gerast sambært § 23 í kunngerð um umhvørvisreglur, og skal góðkennast av Umhvørvisstovuni.
Av tí at Umhvørvisstovan hevur gjørt ein leist fyri reglugerð um flogfenaðhald, er tað ómakaleyst hjá kommunum at gera og seta í gildið egna reglugerð um flogfenaðhald.
Reglugerðin um flogfenaðhald kann gerast eftir hesum leisti.
Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at venda tær til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
« Aftur
Náttúruloysnir í Norðurlondum: Nýgg…
19-03-2023
Umhvørvisstovan mælir kommunum til …
17-03-2023
Starvsfólk á Umhvørvisstovuni bjóða…
16-03-2023
ICES-frágreiðing um alivinnuna í Fø…
14-03-2023
Føroyakort í alskyns støddum
14-03-2023
Umhvørvisárinsmeting av sólorkuskip…
07-03-2023
Fyrilestur: Matrikkulkort fyrr, nú …
23-02-2023
Umhvørvisárinsmeting av royndarverk…
20-02-2023
CO2-roknarin
15-02-2023
Allir vegir í Skúgvoy skifta nú nav…
08-02-2023