P/F Luna ætlar at seta sólorkuskipan upp á tekjuna á smoltstøðina á Fútakletti. Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar. Samlaði framleiðslumátturin verður uml. 2.500 kW, og samlaða elframleiðslan væntandi uml. 1.300.000 kWt um árið.
Sambært § 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri náttúru og umhvørvi.
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.
Her er almenna lýsingin
Freistin til at koma við viðmerkingum er týsdagin 4. apríl 2023
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo
Náttúruloysnir í Norðurlondum: Nýgg…
19-03-2023
Umhvørvisstovan mælir kommunum til …
17-03-2023
Starvsfólk á Umhvørvisstovuni bjóða…
16-03-2023
ICES-frágreiðing um alivinnuna í Fø…
14-03-2023
Føroyakort í alskyns støddum
14-03-2023
Umhvørvisárinsmeting av sólorkuskip…
07-03-2023
Fyrilestur: Matrikkulkort fyrr, nú …
23-02-2023
Umhvørvisárinsmeting av royndarverk…
20-02-2023
CO2-roknarin
15-02-2023
Allir vegir í Skúgvoy skifta nú nav…
08-02-2023