Elfelagið SEV hevur í nøkur ár gjørt royndir við at framleiða el úr sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Talan er um ein dreka, sum ferðast uppi í sjónum. Hesin drekin hevur ein framleiðslumátt upp á 100 kW.
SEV ætlar nú at seta ein nýggjan og væl størri dreka út í Vestmannasund. Nýggi drekin er 9,8 m langur, hevur eitt veingjabreiði upp á 12 m og vigar 28 tons. Framleiðslumátturin er 1.200 kW, og metta framleiðslan verður millum 3 og 3,5 GWt av elorku um árið.
Drekin verður settur út á 70-100 m dýpi, og ferðast í eini áttatalsbreyt á einum dýpi millum 35-65 metrar við eini ferð upp á 6-10 m/s. Økið, sum drekin ferðast á, er uml. 55 ferðir 110 metrar.
Í hesum sambandi hevur SEV gjørt eina lýsing av ætlanini og eina meting av, hvørji árin ætlanin kann hava á sjófugl, fisk, havsúgdjór og fiskiskap í Vestmannasundi.
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningurin hoyrast. Almenn lýsing er her.
Freistin at gera viðmerkingar til árinsmetingina er seks vikur. Møguligar viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir, og skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. apríl 2023
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo
Náttúruloysnir í Norðurlondum: Nýgg…
19-03-2023
Umhvørvisstovan mælir kommunum til …
17-03-2023
Starvsfólk á Umhvørvisstovuni bjóða…
16-03-2023
ICES-frágreiðing um alivinnuna í Fø…
14-03-2023
Føroyakort í alskyns støddum
14-03-2023
Umhvørvisárinsmeting av sólorkuskip…
07-03-2023
Fyrilestur: Matrikkulkort fyrr, nú …
23-02-2023
Umhvørvisárinsmeting av royndarverk…
20-02-2023
CO2-roknarin
15-02-2023
Allir vegir í Skúgvoy skifta nú nav…
08-02-2023