Starvsfólk á Umhvørvisstovuni vóru fríggjadagin á Glasi og lærdu næmingar at brúka landmátingartól. Hetta var í samband við evnisdagar á Glasi, har evnið var “mørk”.
Nógv eru mørkini, men í hesum førinum varð hugsað um mørk í millum t.d. tvey grundstykkir og hvørji tól tá kunnu nýtast.
Undirvísingin var skipað yvir tveir dagar.
Fyrsta dag lærdu tey grundleggjandi triognometri, og gjørdu teirra egna vinkulmátara.
Dagin eftir fingu næmingarnir møguleika fyri, at royna seg við einari total statión. Tær praktisku royndirnar vórðu gjørdar inni á Glasi.
Hetta er ein liður í at skapa áhuga fyri landmáting, og hvussu hetta er eitt hjálparamboð, ið nógvir ymiskir fakbólkar brúka í dag. Eitt nú starvsfólk á Matrikul og Kort deildini hjá Umhvørvisstovuni, men eisini í kommununum og í privata vinnulívinum, verða landmátingar tól nýtt sum amboð. Serliga verður hetta nýtt í økjum, har tað ikki ber til at máta við GNSS, so sum innandura og í tunnlum.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna.
Myndakort frá fylgisveini nú á Kort…
23-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum…
19-01-2023
Nýggjársbál
30-12-2022
Telefon- og avgreiðslutíð millum jó…
22-12-2022
Lívfiskastøðin í Skálavík fingið um…
22-12-2022
Økisfundur um rottu við kommunurnar…
20-12-2022
Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch
19-12-2022
Undirvísing á Glasi
13-12-2022