Hjálp okkum at sleppa av við rottuna í vetur.
Nú veturin nærkast, og tað gerst kaldari, dámar okkum at sita inni í hitanum við einum góðum bita. Somuleiðis er hjá rottu. Rotta sæst oftari um veturin, tí hon verður drigin at hitanum og vónini um at finna ein góðan bita.
Tað er tí av alstórum týdningi at boða kommununi frá, um tú sært rottu ella tekin um rottu. Tekin kunnu millum annað vera ramur luktur, farvegir, holur kring hús og kloakkir og gníst ella skavan innandura. Ert tú í iva, er betri at boða frá, enn at lata vera.
Tá ein kommuna fær fráboðan um rottu, skal hon skjótast gjørligt kanna málið og týna rottuna.
Tí heitir Umhvørvisstovan á øll, um beinan vegin at boða avvarðandi kommunu frá, um ein sær rottu ella farveg eftir henni.
Hevur tú spurningar um rottu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk á telefon 342449 ella á teldupost biritak@us.fo.
« Aftur
Myndakort frá fylgisveini nú á Kort…
23-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum…
19-01-2023
Nýggjársbál
30-12-2022
Telefon- og avgreiðslutíð millum jó…
22-12-2022
Lívfiskastøðin í Skálavík fingið um…
22-12-2022
Økisfundur um rottu við kommunurnar…
20-12-2022
Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch
19-12-2022
Undirvísing á Glasi
13-12-2022