Depilin fyri staðsetingarfrøði heldur skeið í grundleggjandi landmáting frá 31. oktober til 3. november 2022 á Fróðskaparsetrið Føroya. Tað verður Gethin Wyn Roberts, professari í landmátingarverkfrøði og dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni, sum fer at undirvísa. Avtala er gjørd við Geoteam Danmark um lán av tólum til skeiðið. Skeiðið er í fýra dagar og fevnir um grundleggjandi ástøði og verkligar venjingar. Undirvísingin í ástøði verður á enskum, meðan kjak og verkligu venjingarnar verða á føroyskum og enskum máli. Tú kann lesa alla lýsingina av skeiðinum her.
Í løtuni er skeiðið ikki ECTS-gevandi, men tað verður tað eftir ætlan næsta ár. Tá fáa verkfrøði lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og onnur áhugað, møguleika fyri at velja grundleggjandi landmáting sum valfak.
Skeiðið kostar 4.500 krónur, og tá er miðmáli íroknaður.
Umsóknarfreistin er 23. oktober 2022 og tilmeldingin fer fram her.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til Irenu Áarberg á irenaa@us.fo
« AfturMyndakort frá fylgisveini nú á Kort…
23-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum…
19-01-2023
Nýggjársbál
30-12-2022
Telefon- og avgreiðslutíð millum jó…
22-12-2022
Lívfiskastøðin í Skálavík fingið um…
22-12-2022
Økisfundur um rottu við kommunurnar…
20-12-2022
Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch
19-12-2022
Undirvísing á Glasi
13-12-2022