Vil, vembur, bein og aðrar leivdir frá fletting skulu burturbeinast á skynsaman hátt
Nú heystfjøllini verða gingin, fer Umhvørvisstovan at minna á, at leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt, og ikki tveitast í ánna, fjøruna, á bøin ella í haganum. Henda dálking av umhvørvinum sær ótespilig út, gevur ringan lukt, og kann verða atvold til rottu og spjaðing av smittu.
Les meira um burturbeining hjá IRF og Kommunalu Brennistøðini.
Ikki grava niður!
Síðan ásetingarnar í kunngerð um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna komu í gildi 1. januar 2008, hevur tað verið bannað at grava niður leivdir frá fletting. Les meira á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligustarvsstovuni.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella senda okkum ein teldupost us@us.fo
« Aftur
Myndakort frá fylgisveini nú á Kort…
23-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Starvslýsing - Skógteknikari til Sk…
20-01-2023
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum…
19-01-2023
Nýggjársbál
30-12-2022
Telefon- og avgreiðslutíð millum jó…
22-12-2022
Lívfiskastøðin í Skálavík fingið um…
22-12-2022
Økisfundur um rottu við kommunurnar…
20-12-2022
Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch
19-12-2022
Undirvísing á Glasi
13-12-2022