140x140

Fyrilestur um brúk av dronum í privata og almenna geiranum

26-09-2022 | Kort og adressur

Depilin fyri staðsetingarfrøði skipar fyri fyrilestri um brúk av dronum í privata og almenna geiranum. Fyrilesturin verður tann 29. september 2022 frá kl. 16 - 17, á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, á Vestari bryggju 15 í Tórshavn, hølið 511. Tiltakið er alment og er ókeypis. Tilmelding er ikki neyðug.

Andreas Klein Arnbjerg, dronuskipari og kortteknikari á Umhvørvisstovuni, fer at greiða frá um hvussu Umhvørvisstovan arbeiðir við dronumyndum - frá fyrireiking til endaligu myndakortini verða løgd út á foroyakort.fo. Við myndum og video fer hann at vísa dronuna, hvussu hon virkar og um forritini, sum verða nýtt.

Emil Nielsen, landmátari hjá J&K Petersen fer at greiða frá um, hvussu J&K Petersen nýta dronur. Fyrsta dronan bleiv keypt tíðliga í 2017. Síðani tá hava tey brúkt dronur til allar størri verkætlanir. Áðrenn ein verkætlan ferð í gongd - til lendismátingar og leypandi ígjøgnum arbeiðið - til at gera nøgdarútrokningar og so framvegis. Dronumyndirnar verða eisini brúktar av leiðsluni á plássunum til yvirlit og planlegging. Byggileiðarar og plássformenn nýta millum annað dronurmyndir til góðskutrygging og eftirlit av arbeiðinum.

 

Um tú hevur spurningar um ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella á teldupost us@us.fo

« Aftur