140x140

Økisfundur um rottu við kommunurnar í Norðoyggjum

26-09-2022 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan skipaði týsdagin 20. september 2022 fyri økisfundi fyri allar kommunur í Norðoyggjum, har aktingarfólk og onnur umboð hjá kommunum møttust á Loftinum á fjósinum á Heygavegi 56. Evnið á fundinum var at fyribyrgja og týna rottu. Áður hava fundir verið við kommunurnar í Sandoy og í Vágum.

Endamálið við fundinum var m.a. at  kunna um tær uppgávur, sum kommunurnar skulu at røkja fyri at fyribyrgja og týna rottu. Eisini var endamálið at stuðla undir samstarv millum Umhvørvisstovuna og kommunurnar og millum kommunurnar sínámillum, og at hoyra, hvørjar royndir kommunurnar hava við at fyribyrgja og týna rottu, hvussu stórur trupulleikin er og at tosa um, hvussu vit á bestan hátt loysa trupulleikan við rottu, eitt nú at týna rottu í haganum og bjørgunum.

Harafturat varð kunnað um rottueitur og um hvussu rotta kann týnast mest effektivt, har dentur varð lagdur á at gera kanningar av umhvørvinum, um hví rotta er á økinum og at enda, fyribyrgjan at rotta kemur aftur.

Av tí at eingin rotta er í Svínoy, Kalsoy og Fugloy, varð dentur eisini lagdur á týdningin av at fyribyrgja at rotta kemur í hesar oyggjar. Eisini varð dentur lagdur á, at kommunur, ið varða av hesum oyggjum skulu hava regluliga yvirvøku av rottu, og at kommunurnar skulu vera tilbúnar at týna rottuna, um hon kemur í oynna.

Umhvørvisstovan ferð beint undir at planleggja næsta økisfund.  Ætlanin er at skipa fyri økisfundi við kommunurnar í Eysturoy, Streymoy og Suðuroy.

Um tú hevur spurningar um ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella á teldupost us@us.fo 

 

« Aftur