140x140

Villir, vakrir og mettandi urtagarðar

23-09-2022 | Stovnurin

Hvat hendir við urtagarðinum, um tú letur vera við at sláa grasið? Hvussu nógvar gularøtur klárar tú at velta burtur úr einari grasplenu? Og ber tað til at fáa ein flottan urtagarð burturúr upprunaligum føroyskum blómum? Hava vit ov nógvar grasplenur í Føroyum?

5. oktobur fer Náttúrunetverkið, samskipað av Umhvørvisstovuni, at varpa ljós á tríggjar mátar at hava urtagarð – tann villa, tann vakra og tann mettandi – á almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum.

Skrá

19.00 – Vælkomin, Sigga Jacobsen, Umhvørvisstovan

19.10 – Villa útgávan:

  • Vilt við vilja - Philip Hahn-Petersen formaður í danska felagsskapinum Vild med vilje, ið virkar fyri øktum lívmargfeldi

19.50 – Kaffisteðgur

20.10 – Vakra útgávan:

  • Føroyskar plantur í urtagarðinum, Annleyg Patursson

20.40 – Mettandi útgávan

  • Veltur og grønmeti í urtagarðinum, Tjóðhild Patursson

21.00 - Liðugt

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, men neyðugt er við tilmelding á nlh.fo

Vit síggjast í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 5. oktober kl. 19.

* Náttúrunetverkið er eitt netverk av fakfólki, felagsskapum og privatpersónum, sum arbeiða við ella eru áhugað í føroyskum náttúruni. Umhvørvisstovan tók stig til at skipa netverkið í septembur í fjør og hevur samskipað netverksfundirnar hetta árið. Eftir almenna tiltakið 5. oktobur verður tað ein annar stovnur ella felagsskapur í netverkinum, sum fær samskipandi leiklutin.

Hevur tú spuringar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Siggu Jacobsen á telefon 234346 ella á teldupost siggaj@us.fo ella við Jónu Ólavsdóttir á telefon 234345 ella á teldupost jonao@us.fo 

« Aftur