140x140

Umhvørvisstovan á Vísindavøku

23-09-2022 | Stovnurin

Halla Weihe Reinert frá Umhvørvisstovuni helt framløgu um, hvussu nýggj úrslit innan umhvørvisdálking kunnu fáast til vega við at nýta afturlítandi kanningar. Hetta verður gjørt við at taka sýnir úr okkara vevnaðarbanka, har vit hava sýnir aftur til 1990ini.

Eisini hevði Umhvørvisstovan ein bás, har vitjandi fingu høvi at heilsa uppá Rottar, síggja eina dronu og práta við starvsfólk á Umhvørvisstovuni.

Um tú hevur spurningar til framløguna um umhvørvisdálking, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hallu Weihe Reinert á telefon 234373 ella á teldupost hallar@us.fo

 

« Aftur