140x140

Umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða pumpuskipan hjá SEV góðkend

14-09-2022 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri ætlaða pumpuskipan hjá SEV í Vestmanna kommunu.

Talan er um eitt orkuverk við vatnturbinum, sum skulu framleiða streym við vatni úr byrgingini á Mýrunum og pumpuskipan, sum skal pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum, tá avlopsorka frá vindmyllum er tøk.

Verkið verður gjørt 400 metrar inni í fjallinum. Í sambandi við at spreingja tunlar, høll inni í fjallinum o.a., er ætlanin at leggja uml. 390 tús. m3 av gróti á fyribils ella varandi goymslu á fýra plássum í Heygadali og á Mýrunum.

Í góðkenningini eru settar treytir um, at arbeiðið skal ávirka náttúrina minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið, áirnar og vatnrenslið í haganum.

Góðkenningin kann síggjast her

Almenna lýsingin av góðkenningini kann síggjast her

 

 Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo

« Aftur