140x140

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022

19-08-2022 | Dálking og vernd

1. septembur verða tey tilnevndu til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins avdúkað í Norðurlandahúsinum. Aftaná verður ein fakligur fundur um náttúruloysnir, har Umhvørvisstovan luttekur við eini framløgu um norðurlendsku verkætlanina Náttúruloysnir í Norðurlondum
Heimurin stendur fyri stórum avbjóðingum viðvíkjandi veðurlagnum, umhvørvinum og lívfrøðiliga margfeldinum. Men tey góðu tíðindini eru, at náttúran sjálv kann loysa ein part av trupulleikunum. Náttúruloysnir kunnu nevniliga minka um COútlátið, betra lívmargfeldið og økja trivnaðin hjá fólki. Dømir eru rewilding, har plantur, ið eru horvnar í einum øki, verða  endurplantaðar, lata náttúruna passa seg sjálva, at bøta um oyðilagdar vistskipanir ella at endurreisa pínd lendi.
Um tú vilt vita meira um náttúruloysnir, skalt tú hyggja inn á gólvið í Norðurlandahúsinum 1. september kl. 15. Har fara serfrøðingar, ung og avgerðartakarar at kjakast um týðningin av náttúruloysnum og á hvønn hátt tær kunnu setast í verk í Norðurlondum. Eisini fara vit at hoyra nærri um 4-ára verkætlanina Náttúruloysnir, sum er sett í gongd av Norðurlendska Ráðharraráðnum, og verður samskipað á Umhvørvisstovuni í Føroyum.

Framløga: Jóna Ólavsdóttir, samskipari fyri programmið Náttúruloysnir hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. 

Luttakarar við pallborðið:

  • Kolbrún í Haraldsstovu, verkætlanarleiðari á verkætlanini Lendisbati og leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum.
  • Hafdís Hanna Ægisdóttir, stjóri á deildini fyri burðardygd á lærda háskúlanum í Íslandi.
  • Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi.
  • Andrea Vang, lesandi og limur í Nordic Youth Biodiversity Network.
  • Leonard Sandin, granskingarleiðari á NIVA, Norwegian Institute for Water Research.

Orðstýrari: Katrin Petersen, journalistur

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.

Les meira her á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo

« Aftur