140x140

Umhvørvisárinsmeting av sólorkuskipan í Miðvági

22-07-2022 | Dálking og vernd

P/F Luna hevur lagt eina sólorkuskipan á tekjuna á landstøðini hjá felagnum í Miðvági. Sólorkuskipanin er uppbygd av 528 sólpanelum. Mønin á bygninginum vendir suður-norður og tí liggja sólpanelini á eystur- og vestursíðuni, 264 á hvørjari síðu. Samlaða ársframleiðslan verður uml. 120.000 kWt.

Sambært § 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.

Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.

Av tí at sólpanelini eru løgd á tekjuna á einum verandi bygning eru tey ikki mett at hava stóra ávirkan á landslagið ella lívfrøðiliga margfeldi á staðnum. 

Tað verður ikki mett, at ampar verða av óljóði ella skuggakasti frá sólpanelunum. Ein simulering er gjørd fyri at kanna møguligar ampar av afturskini frá sólpanelunum. Afturskin stendist av, at sólarljós verður speglað av einum luti.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast her (niðast á síðuni).

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast. Her er almenna lýsingin

Freistin til hoyringarsvar er 24. august 2022. 

 

 Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo

« Aftur