140x140

Framleiðsluapotekið fingið umhvørvisgóðkenning

22-06-2022 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan hevur góðkent virksemi hjá Framleiðsluapotekinum at framleiða heilivágsfóður til alivinnuna á Rituvíkshálsi. 

Heilivágur verður, saman við lýsi, blandaður í reint fiskafóður. Hereftir verður blandingin fylt í sekkir og send til alibrúkini. Tað er í høvuðsheitum emamectinbenzoat, ið verður nýtt sum heilivágur, men fáar ferðir um árið verður hetta skift út við diflubenzuron.

Í viðgerðini av umhvørvisviðurskiftunum er dentur lagdur á at minka um dálking og ampar frá útláti av spillvatni, lukti og larmi frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av kemikalium og lýsi vegna óhapp. Størsta umhvørvisliga dálkingin, ið kann standast av virkseminum hjá Framleiðsluapotekinum, er útlát av heiliváginum diflubenzuron og emamectinbenzoat. Smáar nøgdir av báðum evnunum verða í vaskivatninum frá reingerð av framleiðsluútgerðini, sum eftir brúk inniheldur restir av heilivági. Í hesi umhvørvisgóðkenning verða settar treytir um, at útlátið av heiliváginum verður minkað mest møguligt.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo

« Aftur