Móttøka og fyrilestrar í samband við at Depilin fyri staðsetingarfrøði (GCFI – Geospatial Centre of the Faroe Islands) verður settur á stovn. Tiltakið verður 17. juni kl. 14.30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, og evnið verður landmáting í samband við undirsjóvartunnlar. Depilin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Setrið og Landsverk.
Tit eru hjartaliga vælkomin til hesa løtuna. Niðanfyri sæst skráin og ein stutt lýsing av deplinum. Okkurt lætt ábit verður aftaná. Vinarliga boða frá, um tit ætla tykkum at luttaka (IrenaA@us.fo).
Skrá*:
14.30 Gethin W. Roberts, leiðari fyri Depilin fyri staðsetingarfrøði og dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Vælkomin & kunning
14.45 Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum: Setanarrøða
15.00 Stein Fossá, landinspektørur á Umhvørvisstovuni: Uppmáting av fixpunktum við tunnilsmunnarnar
15.20 Tomasz Rylski, verkfrøðingur hjá NCC: Uppmáting í samband við vegagerð og byggiarbeiði í tunlum. Eisini verður komið inn á BIM modellir og dronur í hesum sambandi
16.00 Irena Áarberg, staðsetingarfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Samanumtøka og framtíðarætlanir
16.10 Ábit
*Smærri broytingar kunnu koma fyri í skránni.
Depilin fyri staðsetingarfrøði:
Staðsetingardátur verða brúktar í nógvum samanhangum. Land- og sjókort deildin á Umhvørvisstovuni tekur sær av at gera landkort og sjókort, síðani vit yvirtóku málsøkini í 2019 og 2020. Hetta ger tað umráðandi fyri okkum at menna og savna vitan innan staðsetingarfrøði í Føroyum. Nógvur aktivitetur er innan staðsetingarfrøði, t.d. menning av vegakervinum, tunnilskonstruktiónir og konstruktiónir sum heild. Í løtuni verða fakfólk ofta leigað úr útlondum til størru verkætlanirnar. Við deplinum ynskja vit at uppbyggja vitan og dugnaskap innan økið.
Depilin fer at stuðla uppundir, at verkfrøðingar og landmátarar í Føroyum fáa ein pall at samskifta á.
Hesin pallur er týdningarmikil, av tí at staðsetingarøkið í Føroyum er sett saman av smáum eindum, ið ikki hava eitt alment fakligt forum.
Við øðrum orðum er endamálið við deplinum at hava eitt stað, har tey, ið arbeiða við staðsetingarfrøði kunnu savnast um felags áhugamál. Hetta kann vera landmáting, GNSS, GIS, kortlegging o.s.fr.
« AfturFramleiðsluapotekið fingið umhvørvi…
22-06-2022
Undantak at taða oman fyri 250 metr…
15-06-2022
Dagførd útgáva av trimum føroyskum …
13-06-2022
Stockholm+50: Átrokandi tørvur á um…
08-06-2022
Tiltak: Depilin fyri staðsetingarfr…
07-06-2022
Deildarleiðari til Vernd
01-06-2022
Vinnukærunevndin hevur staðfest avg…
18-05-2022
Væleydnað skeið um at fyribyrgja og…
11-05-2022
Avmarkingar í siglingarferð kring R…
05-05-2022
Sjálvbjargni við matvørum - almennu…
03-05-2022