140x140

Sjálvbjargni við matvørum - almennur webinarur

03-05-2022 | Dálking og vernd

At vera sjálvbjargin við matvørum er eitt sera aktuelt evni, sum verður umrøtt á einum almennum norðurlendskum webinari hósdagin 5. mai 2022, kl. 9:30-10:30 (fo tíð).
Norðurlendski Smásamfelagsbólkurin, har Umhvørvisstovan umboðar Føroyar, tók stig til eina verkætlan um sjálvbjargni við matvørum, sum Nordregio hevur staðið fyri.
Webinarið verður hildið í sambandi við, at frágreiðingin frá verkætlanini verður útgivin. Búnaðarstovan, sum var partur av verkætlanini, leggur fram á webinarinum.
Les meira her: https://nordregio.org/events/selvforsyning-af-fodevarer-i-fem-nordiske-osamfund/
Melda til her: https://www.lyyti.fi/reg/Selvforsyning_af_fodevarer_i_fem_nordiske_osamfund_0007
Øll kunnu taka lut. Ókeypis.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur