Umhvørvisstovan hevur 28. mars 2022 veitt umhvørvisgóðkenning til skjótibreytina hjá Klaksvíkar kommunu.
Skjótibreytin skal staðsetast á Bumshamri norðan fyri fyrrverandi tyrvingarplássið hjá IRF. Klaksvíkar kommuna eigur lendið og fer at gera breytina. Klaksvíkar Skjótifelag fer at reka breytina.
Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til eitt nú rakstur og óljóð.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her.
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 26. apríl 2022. Umhvørvisstovan sendur møguligar kærur til landsstýrismannin.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Umhvørvisárinsmeting fyri sólorkuve…
23-05-2023
Dátufólk til náttúru- og umhvørvisv…
17-05-2023
Bjarni Kárason Petersen, landstýris…
27-04-2023
Stuðul til viðarvøkstur
17-04-2023
Avmarkingar í siglingarferð kring R…
15-04-2023
Stuðul til náttúru-, umhvørvis- og …
14-04-2023
Tiltak: Burðardygt matsjálvbjargni …
13-04-2023
Fyrilestur: Jarðfrøðiligar uppmátin…
24-03-2023
Náttúruloysnir í Norðurlondum: Nýgg…
19-03-2023
Umhvørvisstovan mælir kommunum til …
17-03-2023