140x140

Umhvørvisstovan hevur gjørt samstarvsavtalu við íslendska sjókortmyndugleikan

22-12-2021 | Kort og adressur

Á ársins stytsta degi, 21. desember 2021, hava Landhelgisgæsla Íslands (www.lhg.is) og Umhvørvisstovan gjørt samstarvsavtalu innan sjókortøkið.

Samstarvsavtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi.

Sum dømi kann nevnast, at samstarvspartanir kunnu nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum, soleiðis at sjókortið hevur dátur av øllum økinum sum verður víst á kortinum.

Umhvørvisstovan fegnast um at hava fingið hesa samstarvsavtalu í lag, ið er ein avtala sum ásetur karmarnar fyri framtíðar samstarvi við Ísland um sjókort.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikkjal Olsen, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur