140x140

Øll ognarheimildarskjøl skulu framyvir orðast øðrvísi

17-12-2021 | Landsfólkayvirlit

Nýggja løgtingslógin um keyp av fastogn er júst komin í gildi. Lógin hevur við sær, at tað bara eru: 
 
a) Persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum ella áður hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, og
b) ríkisborgarar, sum hava búð í ríkinum í samanlagt 5 ár,
 
sum kunnu keypa fasta ogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrismanninum.
 
Feløg og aðrir løgfrøðiligir, sum hava høvuðssæti í Føroyum, kunnu á sama hátt keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrismanninum.
 
Ein avleiðing av lógarbroytingini er, at øll ognarheimildarskjøl, t.e. skeytir, ognarbrøv, skiftirættarváttanir, sum eru latin til tinglýsingar frá 14. desember 2021 at rokna, skulu innihalda eina av hesum váttanum.
 
Fyri vanligar persónar skal hesin teksturin standa frammanfyri undirskriftirnar: 
 
“Við mínari undirskrift vátti eg við trú og heiður, og undir revsiábyrgd sambært § 161 í revsilógini, at eg lúki eina av treytunum í løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 fyri at kunna keypa ella á annan hátt ogna mær fastogn uttan loyvi frá landsstýrismanninum, við tað:
 
at eg havi fastan bústað í Føroyum.
at eg áður havi búð í Føroyum í samanlagt 5 ár.
at eg eri ríkisborgari og áður havi búð í ríkinum í samanlagt 5 ár.
at fastognin er ognað sambært § 3 í løgtingslógini.”
 
Krossur skal setast í minst ein av kassunum.
 
Er talan um feløg ella aðrar løgfrøðiligar persónar, skal teksturin áðrenn undirskriftirnar verða hesin: 
 
“Við mínari undirskrift vátti eg vegna felagið/løgfrøðiliga persónin við trú og heiður, og undir revsiábyrgd sambært § 161 revsilógini, at felagið/løgfrøðiligi persónurin lýkur eina av treytunum í løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 fyri at kunna keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn uttan loyvi frá landsstýrismanninum, við tað:
 
at felagið/løgfrøðiligi persónurin hevur høvuðssæti í Føroyum.
at fastognin er ognað sambært § 3 í løgtingslógini.”
 
Krossur skal setast í minst ein av kassunum.
 
Gevið gætur! Um váttanin, sum víst er omanfyri, ikki stendur skrivað í ognarheimildarskjalinum, so verður tað burturvíst.
 
 
 Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Malenu Egeberg Jacobsen, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur