140x140

Royndarverkætlan við sjóvarfallsorkuverkum fingið longri tíð

06-12-2021 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan hevur góðkent umsókn frá SEV um at leingja tíðina til royndarverkætlanina við sjóvarfallsorkuverkum í Vestmannasundi. Royndartíðin er longd til 28. februar 2025.

SEV hevur í 2020 og 2021 gjørt royndir við tveimum sveimandi orkuverkum í Vestmannasundi.

Umhvørvisstovan góðkendi umhvørvisárinsmetingina fyri royndarverkætlanina við sjóvarfallsorkuverkum í Vestmannasundi 31. mars 2020, við ávísum treytum. Talan var um eina royndarverkætlan uppá í mesta lagi tvey ár. SEV søkti um fáa longt tíðina til royndarverkætlanina, tí at tað hevði gingið nakað striltið at koma í gongd, umframt at korona hevði gjørt at royndararbeiði var styttri enn upprunaliga ætla. SEV vildi eisini fáa samskipa øll loyvi og góðkenningar til verkætlanina. 

Treytirnar, sum vórðu settar í góðkenningini av umhvørvisárinsmetingini, eru galdandi fyri longda tíðarskeiðið, og hevur Umhvørvisstovan lagt eina treyt aftrat um, at SEV á hvørjum ári skal senda Umhvørvisstovuni eina dagførda frágreiðing um tær kanningar, sum eru gjørdar í Vestmannasundi. 

Góðkenningarskrivið fyri longdu tíðarfreistina sæst her.

Umhvørvisárinsmetingin sæst her.

Góðkenningingarskrivið fyri árinsmetingina sæst her

Almenna kunngerðin um góðkenning av árinsmetingini sæst her

Tíðindastubbi um orkuverkini (frá 31.03.2020) sæst her.

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 10. januar 2022.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur