Fyrr í hesum mánaðinum luttóku starvsfólk á Umhvørvisstovuni á veðurlagsráðstevnuni COP26, sum hesa ferð varð hildin í Glasgow í Skotlandi.
Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir, sum báðar samskipa verkætlanir fyri Norðurlendska ráðharraráðið á Umhvørvisstovuni, skipaðu á COP26 fyri tiltakinum Two Global Crisis Interlinked, sum varpaði ljós á tær báðar samantvinnaðu kreppurnar – náttúrukreppuna og veðurlagskreppuna. Við framløgum og pallborðsorðaskifti vístu serfrøðingar á, at kynstrið er at velja loysnir, sum eru við til at loysa báðar kreppurnar samstundis m.a. við at brúka náttúruloysnir. Síggj tiltakið her: Two Global Crises Interlinked — The need for balancing and win-win actions for nature and climate - YouTube
Í sambandi við tiltakið varð ein filmur framleiddur, sum greiðir frá, hvat náttúruloysnir eru fyri nakað, og um eina ítøkiliga verkætlan við náttúruloysnum, sum verður samskipað á Umhvørvisstovuni.
Sí filmin niðanfyri
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Siggu ella Jónu á Umhvørvisstovuni, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
KT-samskipari til Umhvørvisstovuna
25-05-2022
Umhvørvisstovan stongd mikudagin 23…
21-05-2022
Vinnukærunevndin hevur staðfest avg…
18-05-2022
Væleydnað skeið um at fyribyrgja og…
11-05-2022
Avmarkingar í siglingarferð kring R…
05-05-2022
Sjálvbjargni við matvørum - almennu…
03-05-2022
Søk stuðul til burðardygga menning …
29-04-2022
Góðkenning til útfylling á sjógv í …
19-04-2022
Skjótibreyt í Klaksvík fingið umhvø…
29-03-2022
Sjey spennandi royndarverkætlanir v…
25-03-2022