140x140

Øll søgulig føroysk landkort eru nú tøk á netinum

05-11-2021 | Kort og adressur

Fyri stuttum bleiv føroyakortið føroyskt, tá kortmyndugleikin bleiv yvirtikin. Tey flestu av teim søguligu føroysku kortunum liggja framvegis hjá danska kortmyndugleikanum, sum nú hevur avgjørt at gera tey almenn. Talan er um yvir 600 kort sum eru framleidd í tíðarskeiðinum frá ár 1895 fram til 2013. Umframt at síggja kortini, ber eisini til at taka tey niður og prenta tey.

Nógv áhugaverd kort eru at finna, og her eru nøkur dømi.

Allar tríggjar útgávurnar av máliborðsbløðunum frá árunum 1900, 1938 og 1990 eru tøkar. Til saman er hetta umleið 300 kort.

60 føroyakort í 1:100.000 frá ár 1916 til 2013.

Ferðamannakort frá 1963 av Tórshavn, Klaksvík og øðrum bygdum.

Nógv onnur kort úr Føroyum eru eisini til taks í savninum.

Kortini liggja á www.historiskekort.dk, saman við kortum úr Danmark og Grønlandi. Tað er danski kortstovnurin “Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering”, sum umsitur síðuna. Leinkja til føroyska partin er eisini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Fyribils kunnu kortini einans síggjast á teldum.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur