140x140

Vøruflutningur og rotta

01-10-2021 | Dálking og vernd

Fyri at fyribyrgja spjaðing av rottu til oyggjar, har eingin rotta er, skulu heilsølur og handlar tryggja sær, at vøra, sum skal sendast til hesar oyggjar, ikki er fongd við rottu. 
Mest týðandi liðurin í hesum er, at vøran verður pakkað soleiðis, at rotta ikki sleppur framat.

Umhvørvisstovan hevur gjørt eina mannagongd fyri flutning av vøru til rottufríar oyggjar, sum fevnir um øll lið, frá tí at vøran verður pakkað, til hon er hjá móttakaranum, les nærri her.

Tað er týdningarmikið, at handlar, heilsølur og onnur, sum senda vøru til rottufríar oyggjar, merkja vøruna við serligari etikett, har tað við áskrift verður váttað, at vøran varð kannað og pakkað forsvarliga, áðrenn hon varð send.  Vøra við slíkari etikett og sum er heil og óskalað, kann metast sum rottutrygg, tá hon kemur fram til móttakaran. Sí mynd av etikettini her niðanfyri og í fullari stødd her


 
Umhvørvisstovan heitti í summar á handlar og heilsølur um at fylgja nýggju mannagongdini.

Í farnu viku varð somuleiðis heitt á flutningsfyritøkur, harundir Atlantsflog og Strandfaraskip landsins, um ikki at flyta vøru til rottufríar oyggjar, sum onga etikett hevur.


Í Føroyum er 11 oyggjar, har eingin rotta er: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun.

Tað hevur sera stóran týdning at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg á hesum oyggjum. Kemur rotta til hesar oyggjar, verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar. 

Kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu setir krøv til heilsølur, handlar og o.o., sum senda vøru til rottufríar oyggjar og til øll, sum flyta fólk, fæ og farm til hesar oyggjar.

  • § 7, stk. 1 Øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj. 
  • § 7, stk. 4. Virki, heilsølur, handlar o.o., ið senda vørur til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at vøran ikki er fongd við rottu, og at vøran er pakkað og goymd soleiðis, at rotta ikki kann sleppa framat.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur