140x140

Nýtt netverk: Náttúruloysnir og lívmargfeldi í Føroyum

21-09-2021 | Dálking og vernd

Mikudagin 29. septembur skipar Umhvørvisstovan fyri einum tiltaki um náttúruloysnir og lívmargfeldi. Endamálið er at skipa eitt netverk við persónum, sum á ymiskan hátt arbeiða við ella hava ávirkan á náttúru og lívmargfeldi í Føroyum, og at skapa eitt forum fyri hugskotsmenning á økinum. 

Tað eru tær báðar Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir, sum báðar samskipa verkætlanir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum á Umhvørvisstovuni, sum eru fyriskiparar av tiltakinum. Í arbeiði sínum uppliva tær ein tørv á einum forum, har til ber at kunna um arbeiðið við náttúru og lívmargfeldi, at fáa føroyingar virknar í norðurlendska samstarvinum, og at vísa á fíggingarmøguleikar frá Norðurlendska ráðharraráðnum til viðkomandi verkætlanir her á landi. Tær vænta, at eitt netverk við persónum, sum arbeiða við hesum, annaðhvørt á fyrisitingarligum ella praktiskum støði, fer at skapa meirvirði, við tað at vitanin verður savnað á einum stað, og eitt rúm verður gjørt til vitanardeiling.  

Startskotið til netverkið verður latið av á Reinsarínum mikudagin 29. septembur kl. 15, har lagt verður upp til eina hugnaliga fakløtu. Byrjað verður við framløgum um, hvørjar avbjóðingar náttúran og lívmargfeldið í Føroyum hava, og hvørjar loysnir eru á avbjóðingunum. Síðani verður orðaskifti um evnið. Ein biti og okkurt drekkandi verður at fáa, og tí er neyðugt at boða frá luttøku hjá Siggu, siggaj@us.fo ella Jónu, jonao@us.fo í seinasta lagi mánadagin 27. septembur. 

Skrá

15.00: Byrjan
- Fólk koma, heilsast og fáa sær ein bita
Vælkomin 
- Sigurð í Jákupsstovu bjóðar vælkomin, greiðir frá skránni og netverkinum 
Avbjóðingar og møguleikar við lívmargfeldi frá einum norðurlendskum sjónarhorni
- Sigga Jacobsen, samskipari fyri arbeiðsbólk hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, greiðir frá og lýsir tørvin á einum netverki
Náttúruloysnir í Norðurlondum 
- Jóna Ólavsdóttir, samskipari á programminum Náttúruloysnir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, greiðir frá hugtakinum og vísir á ítøkiligan fíggingarmøguleika

Steðgur

Orðaskifti um náttúruloysnir og lívmargfeldi: Má náttúran víkja fyri býnum? 
- Pallborðsorðaskifti har fakfólk, politikarar og umsiting viðgera, hvat vit kunnu gera fyri at sameina náttúru, menniskju og bygging. Lagt verður upp til spurningar úr salinum. 
Samanumtøka 
- Sigurð í Jákupsstovu tekur samanum

17.00: Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu og Slow Food Føroyar skipa fyri diskosúpan í Posthúskjallaranum

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur