140x140

Almannakunngerð av p-tølum á tinglysing.fo

08-07-2021 | Landsfólkayvirlit

Umhvørvisstovan boðaði 22. juni 2021 Dátueftirlitinum frá trygdarbroti ísv. at p-tøl eru almannakunngjørd á tinglysing.fo.

Dátueftirlitið hevur viðgjørt fráboðanina.

Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum er, at hóast tað er staðfest, at p-tøl eru almannakunngjørd á  tinglysing.fo, hevði Umhvørvisstovan sett hóskandi tøknilig tiltøk í verk til tess at tryggja, at p-tøl ikki sóust í tinglýstu skjølunum, sum nú eru almenn á tinglysing.fo.

Dátueftirlitið metir eisini, at tey tiltøk, sum Umhvørvisstovan nú hevur sett í verk eru nøktandi, til tess at tryggja, at p-tøl, sum eru almannakunngjørd, skjótt og lætt kunnu strikast.

Dátueftirlitið hevur givið Umhvørvisstovuni kravboð um at kunna tey skrásettu, sum ikki sjálv hava boðað frá, at teirra p-tal er vorðið alment. Mannagongd til hesa kunning er sett í verk, soleiðis at hesir persónar, fáa kunning um hesi viðurskifti við posti.

Dátueftirlitið hevur eisini heitt á Umhvørvisstovuna um, at kunna alment um trygdarbrotið á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, og møguligar váðar í hesum sambandi.

Avgerðin hjá Dátueftirlitinum kann lesast her: https://www.dat.fo/avgerdir/almannakunngerd-av-p-tolum-a-tinglysing-fo

« Aftur