140x140

Hvat ger pápi tín?

30-06-2021 | Matrikul og útskifting

Skúlabólkurin á Dagstovninum í Øksnagerði er á rundferð og vitjar arbeiðspláss hjá foreldrunum. Í dag vóru tey á Umhvørvisstovuni og hugdu, hvat  pápi Brynju ger. Hann eitur Anders Nygård og er landmátingarteknikari á Matrikul. Fyri at geva børnunum eina uppliving av, hvør nyttan er av kortum og uppmátingum, gjørdi Anders eina skattaveiðu við børnunum. Tey fingu hvør sítt kort, og so var farið út at leita – við professionellari mátiútgerð og koordinatum og øllum. Góðgætisskatturin var funnin, og Anders verður helst biðin aftur at skipa fyri upplýsing fyri børnum!

« Aftur